Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark

Føroyafrádráttur

Hvat er Føroyafrádráttur?

Føroyafrádrátturin er ein serligur skattafrádráttur, ið kann játtast føroyskum lesandi í Danmark, um ávísar treytir eru lúkaðar.

Frádrátturin er heimilaður í norðurlendsku skattaavtaluni artikul 20 og tilhoyrandi protokoll.

Sí lóg nr. 190 frá 12/03/1997 Lov om indgåelse af dobbeltbeskatningsoverenskomst mellem de nordiske lande: leinki til avtalu á Retsinformation og føroysku útgávuna av sáttmála millum tey norðurlendsku londini, at sleppa undan tvískatting av inntøku og ognarskatti: leinkja til sáttmálan (FO)

Treytir
Høvuðstreytirnar fyri at fáa Føroyafrádrátt eru hesar:

  • At tú vart búsitandi í Føroyum, áðrenn flytingina til Danmark
  • At uppihaldið í Danmark er fyribils í lestrarørindum
  • At tú ikki hevur eina útbúgving (kompetansugevandi) frammanundan
  • At tú ikki hevur uppihildið teg í Danmark í meira enn 6 mánaðir, áðrenn lesturin byrjaði.

Eru undantøk?
Undantøk eru frá treytini um, at tú ikki mást hava eina førleikagevandi útbúgving frammanundan.

Serliga har talan er um eina samanhangandi útbúgvingarætlan, har partar av útbúgvingini eru førleikagevandi.

Eisini er undantak frá treytini um, at tú ikki hevur uppihildið tær í Danmark í meira enn 6 mánaðir, áðrenn lesturin byrjar.

Til hettar 6 mánaðar tíðarskeiði (tó hægst 1 ár) roknast ikki tann tíðin við, sum verður brúkt til eitt fyrireikandi skeið, ið verður kravt av útbúgvingarstovninum fyri at koma inn.

Síðani er undantak fyri hjún, har bæði søkja um at koma inn á útbúgving og bert tann eini verður upptikin. Her verður 6 mánaðar reglan tikin úr gildi fyri hin hjúnafelagin, tó hægst í eitt tíðarskeið uppá í alt 2 ár.

Set teg í samband við Ráðgevingina og fá nærri at vita um hesi undantøkini.

Hvussu stórur er føroyafrádrátturin?
Tað veldst um, nær lesturin er byrjaður, hvussu stórur Føroyafrádrátturin er.

Føroyfrádrátturin er býttur í tveir partar. Føroyafrádráttur (gæstestuderendefradrag) á 48.000 kr. (2022 46.600 kr.) og Ríkisfelagsskapsfrádrátt (R-frádrátt) á 36.000 kr.

Um tú bert ert undir útbúgving ein part av árinum verður frádrátturin lutfalsliga minni, Tað vil siga, um tú flytur til Danmarkar 1. sep. og byrjar at lesa tá, fært tú ein frádrátt uppá 4/12 av teimum 48.000 kr. og 4/12 av teimum 36.000 kr. Tað verður trekt 8 prosent í AMB (Arbejdsmarkedsbidrag) av allari arbeiðsinntøkuni, men tað verður roknað sum ein goldin skattur í endaligu uppgerðini.

Umframt føroyafrádráttin hevur tú rætt til persónsfrádrátt, rentufrádrátt og annað.

Hvussu fái eg føroyafrádrátt?

Tú skalt útfylla eitt umsóknarblað ‘Ansøgning om fradrag som udenlandsk studerende eller erhvervspraktikant i Danmark og senda tað til Skat. Tú kannst søkja digitalt ella printa umsóknina út og senda hana umvegis tína skattamappu, saman við skjalprógvi fyri at tú ert lesandi, til dømis lestrarkort.

Leinkju til at søkja digitalt finnur tú Her

Leinkju til umsóknarblað at printa út finnur tú Her

Um tú velur at printa umsóknina, skal hon sendast umvegis tína skattamappu á skat.dk.
> Vel ‘kontakt’ ovast til høgru og síðani > ‘skriv til os’> Indsend/indberet til os > Udland > Fradrag som studerende (04.062)

Í skriviteigin skrivar tú, at tú ert føroysk/ur lesandi í Danmark og at tú viðheft sendir umsókn um gæstestuderendefradrag og avrit av lestrarkorti.

Viðheft skjølini, skriva tlf.nr. og > Send 

Føroyafrádráttur skal søkjast á hvørjum ári, men um tú fyrr hevur fingið játtað føroyafrádrátt og tað ikki er hendar broytingar í útbúgvingini, ber til sjálv/ur at skriva føroyafrádráttin á forskotsuppgerðina og í kommentarfeltinum vísa til, at man hevur fingið játtað føroyafrádrátt og framvegis er undir útbúgvning.

Kann føroyafrádráttur brúkast til SU?

Nei, Føroyafrádráttur kann bert brúkast til arbeiðsinntøku.

Tú skalt gjalda vanligan skatt av SU. Tá tú hevur føroyafrádrátt til arbeiðsinntøku, verður føroyafrádrátturin lagdur aftrat persónsfrádráttinum á høvuðskortinum. Tá kann tað koma fyri at ongin ella lítil skattur fer av SU og skattur verður trektur av arbeiðsinntøkuni. Tað týdningarmiklasta er, at Skat fær tann rætta skattin inn, óansæð um skatturin verður trektur av SU ella av arbeiðsinntøkuni. Vend tær til Ráðgevingina og fá nærri at vita.

Sambært dupultskattaavtaluni kann Føroyafrádráttur bert brúkast til inntøkur, sum koma undir heitið: “Vederlag for tjenesteydelser”.

Um tú fært noktað føroyafrádrátt
Um skattamyndugleikarnir nokta tær Føroyafrádrátt, hevur tú rætt til at fáa eina skrivliga grundgeving.

Vend tær síðani til Ráðgevingina fyri at vita, um grundgevingin fyri noktan er røtt.

Føroyafrádráttur og orlov

Sambært leiðreglunum hjá Skattestyrelsen steðgar rætturin til føroyfrádrátt um tú tekur orlov frá lestrinum. Tá tú  hevur orlov, ert tú ikki lestrarvirkin og tí metir Skattestyrelsen at tú ikki longur ert í Danmark bert í lestarørindum. Um tú byrjar at lesa aftur, skalt tú lúka treytirnar fyri føroyadrátti av nýggjum.

Treytir

Undantøk eru um tú hevur orlov frá lestrinum vegna sjúku ella barsil.

Studieskift og føroyafrádráttur

Skattestyrelsen hevur í 2019 sent út leiðreglur viðvíkjandi studieskift og føroyafrádrátti (gæstestuderendefradrag).

Sambært leiðreglunum, so fellur rætturin til føroyafrádrátt sum útgangspunkt ikki burtur, um man skiftir studie. Dentur verður lagdur á, at man byrjar nýggju útbúgvingina skjótast til ber.

Ofta kann studieskift taka umleið 8 mánaðar, um man til dømis er steðgaður fyrstu útbúgving um ársskiftið og ikki kann byrja aftur fyrr enn um heysti. Eisini í einum tílíkum føri, kann rætturin til føroyafrádrátt varðveitast, um tað er talan um ”først mulige start på uddannelse nummer 2”.

Tað er Skattestyrelsen sum í hvørjum einstøkum føri metir um tú lýkur treytirnar.

Forskotsuppgerð og Føroyafrádráttur
Niðast í hesum teiginum er videovegleiðing við skermmyndum um, hvussu tú setur føroyafrádráttin á forskotsuppgerðina.

Tá tú hevur søkt og fingið góðkent føroyafrádráttin, skalt tú sjálv/ur seta hann á forskotsuppgerðina. Hetta gert tú við at fara inn á heimasíðina hjá Skat og rita inn við MitID. Síðani velur tú “ret forskudsopgørelsen”. Hetta skalt tú eisini gera tey eftirfylgjandi árini, tú hevur rætt til føroyafrádrátt. Videoleiðbeining (2019) er niðast á síðuni. Hendan kann eisini brúkast í 2022.

Tú skrivar upphæddina í teig 437, lønarinntøkan áðrenn AM-bidrag í mesta lagi 48.000 kr. (2023). Um tú væntar at forvinna meira enn 48.000 kr, skrivar tú restupphæddina í teig 419, í mesta lagi 36.000 kr.

Legg til merkis, at tá tú hevur føroyafrádrátt, verður føroyafrádrátturin lagdur afturat persónsfrádráttinum á høvuðskortinum.

Sí yvirlit yvir tey ymisku skattakortini, sum verða brúkt í donsku skattaskipanini Her

Føroyafrádrátt til føroyska lønarinntøku
Um tú forvæntar at hava føroyska lønarinntøku, sum tú kanst fáa føroyafrádrátt til, kann tað blíva trupult at blíva rætt skattað/ur. Tað ber ikki til at seta inn føroyafrádrátt til útlendska inntøku. Tað skal SKAT gera manuelt. Tá skalt tú senda ein teldupost til Skat og upplýsa føroysku inntøkuna og biða um at fáa føroyafrádrátt til føroysku inntøkuna.
Um tú hevur rætt til føroyafrádrátt og lønarinntøkan i Føroyum og Danmark tilsaman er lægri enn føroyafrádrátturin (48.000 kr. 2023) og ríkisfelagsskapsfrádrátturin (36.000 kr.) til saman, mæla vit til, at tit bíða við at upplýsa føroysku inntøkuna til í samband við ársuppgerðina.

Videovegleiðing:

Ársuppgerð og føroyafrádráttur
Føroyafrádráttur og ársuppgerð.

Um tú hevur havt føroyafrádrátt í 2023, skalt tú sjálv/ur seta føroyafrádráttin inn, tí hann verður ikki sjálvvirkandi settur á. Í flestu førum stendur ein írestandi skattur á uppgerðini.

Hevði tú ikki føroyafrádráttin á tíni forskotsuppgerð fyri 2023 skalt tú fyrst senda umsókn og skjalprógv fyri, at tú hevur verið lesandi í 2023 til SKAT. Teigarnar fyri føroyafrádráttin eru nevniliga ikki sjónligir á ársuppgerðini, um ikki tú hevur søkt um hann.

Umsóknarblaðið finnur tú Her.


Soleiðis skrivar tú føroyafrádráttin á ársuppgerðina:

Ert tú lesandi og hevur havt føroyafrádrátt í 2023 skalt tú sjálv/ur skriva føroyafrádráttin á ársuppgerðina. Far inn á heimasíðina hjá SKAT – skat.dk – og logga á við MitID.

Undir ‘Årsopgørelse’ velur tú “Ret årsopgørelse 2023′. Eru upphæddirnar í fortryktu teigunum rættar, heldur tú áfram og fer niður til »Fradrag i personlig indkomst«. Her finnur tú teigarnar fyri føroyafrádráttin.

Frádrátturin er býttur í tvey – føroyafrádrátt og Ríkisfelagsskapsfrádrátt. Tú skalt skriva føroyafrádráttin í teig 437. Lønarinntøkuna áðrenn AM-bidrag – tó í mesta lagi 48.000 kr. (2023)

Um tú hevur forvunnið meira enn 48.000 kr., fert tú niður til ‘Ligningsmæssige fradrag’. Her finnur tú teig 54 ‘Fradrag for fiskere…’ og skrivar Ríkisfelagsskapsfrádráttin. Restupphæddin kann í mesta lagi vera 36.000 kr.

GG.
Frádráttirnir kunnu ikki verða hægri enn lønarinntøkan í teig 11. Legg til merkis, at um tú ikki hevur verið lesandi alt árið, eru frádráttirnir lutfalsliga minni.

Útlendsk inntøka

Hevur tú havt inntøku uttanfyri Danmark skal hendan inntøkan eisini fráboðast SKAT undir ‘Udenlandsk indkomst’. Ársuppgerðin er tilrættað tann einkulta skattaborgaran, og tí hava ikki øll atgongd til teigar viðvíkjandi ‘Udenlandsk indkomst’. Um tú ikki hevur atgongd til teigarnar, skalt tú seta teg í samband við Skat, sum so gevur atgongd.

Um tú hevur rætt til føroyafrádrátt, kanst tú brúka frádráttin til tína útlendsku inntøku, men tað ber ikki til seta føroyafrádráttin inn undir útlendska inntøku. Tú skalt fyrst uppgeva inntøkuna og síðani skriva ein teldupost til Skat gjøgnum skattamappuna undir “Kontakt”. Har skalt tú greiða frá, at tú hevur uppgivið útlendska inntøku, at tú hevur fingið játtað “Gæstestuderendefradrag/Rigsfællesskabsfradrag” og ynskir at fáa frádráttin til tína útlendsku inntøku.

Freistin at rætta í vanligu ársuppgerðini fyri 2023 er 1. mai 2024, og freistin fyri at uppgeva útlendska inntøku er 1. juli 2024.

Um tú hevur arbeitt í Danmark fyri føroyskan arbeiðgevara, skal inntøkan uppgevast undir “udenlandsk indkomst” – “Andre udenlandske indkomster”  Sí her

Vegleiðing: Inntøka forvunnin uttanlands/Føroyum

Fyrivarni: Av tí at teigarnir eru tilrættaðir tann einstaka skattaborgaran kann raðfylgjan og spurningar víkja frá vegleiðingini.

Rita inn á skat.dk

> Vel ‘ret årsopgørelsen/oplysningsskemaet’

> Leita til ‘Udenlandsk indkomst” niðast’

> og síðan ‘Udenlandsk indkomst – tjent i udlandet’

 

Dette billede har en tom ALT-egenskab (billedbeskrivelse). Filnavnet er image-4.png
 

> Vel ‘Udenlandsk lønindkomst’ og trýst á lummaroknaran

Síðani skalt tú svara uppá ymiskar spurningar viðvíkjandi inntøkuni

Dette billede har en tom ALT-egenskab (billedbeskrivelse). Filnavnet er image-5.png
 

> Vel teigarnar, sum passa til tína støðu

Dette billede har en tom ALT-egenskab (billedbeskrivelse). Filnavnet er image-6.png
 

> Vel land og svara næstu spurningunum

Her er eitt dømi, tá talan er um privatan arbeiðsgevara

Dette billede har en tom ALT-egenskab (billedbeskrivelse). Filnavnet er image-7.png
 
Dette billede har en tom ALT-egenskab (billedbeskrivelse). Filnavnet er image-8.png
 

> Set lønarinntøkuna í teig 404 og um tú hevur goldið skatt í Føroyum setir tú goldna skattin í teig 495L

Teigur 495L kemur ikki altíð fram, t.d. tá talan er um “offentlig arbejdsgiver”, tá er ikki neyðugt at upplýsa goldnan skatt

> Trýst á ‘Gem’

Síðani kemur eitt yvirlit yvir tínar rættingar

Dette billede har en tom ALT-egenskab (billedbeskrivelse). Filnavnet er image-9.png
 

> Trýst á “Godkend”

Nýggja ársuppgerðin verður víst. Í summum førum kemur boð um, at Skat fyrst skal góðtaka broytingarna

 

Vegleiðing: Útlendsk inntøka forvunnin í Danmark

Løn fyri arbeiði í Danmark fyri føroyskan arbeiðsgevara. Inntøkan skal uppgevast og skattast í Danmark. Um tú lýkur treytirnar fyri føroyafrádrátti, kanst tú fáa føroyafrádrátt til hesa inntøku.

Leiðbeiningin omanfyri kann fylgjast, men lønarinntøkan skal skrivast undir ‘Andre udenlandske indkomster’ í teigin ‘Løn fra udenlandsk arbejdsgiver for arbejde í Danmark’ (1015).

Dette billede har en tom ALT-egenskab (billedbeskrivelse). Filnavnet er image-5.png

Vel “Andre udenlandske indkomster” og trýst á lummaroknaran

Set inntøkuna í teig 1015 og “Gem” og yvirlit yvir broytingar kemur fram

Trýst á “Godkend”

Hvussu leingi?

Tú hevur rætt til Føroyafrádrátt, so leingi tú lesur, og lestrartíðin heldur seg innan fyri normeraða lestrartíð + 2 ár.

Um tú ikki fert heimaftur

Høvuðstreytin fyri at fáa Føroyafrádrátt er, at tú ert í Danmark fyribils í lestrarørindum.

Tað merkir, at frá tí degi, tú gert av ikki at fara heim aftaná loknan lestur, hevur tú ikki rætt til Føroyafrádrátt longur.

Um tú gevst ella ert liðug/-ur at lesa, og avgerð at blíva í Danmark, er ikki lógarheimild til at krevja peningin aftur. Fært tú trupulleikar í hesum sambandi, so vend tær til Ráðgevingina.

Minst til ikki at nýta skattakort við Føroyafrádrátti aftaná loknan lestur. Tú skalt hava eitt nýtt skattakort.

Hvat sigur lógin?

Artikel 20 og protokol til artikel 20

i Lov om indgåelse af dobbeltbeskatningsoverenskomst mellem de nordiske lande verður her endurgivin. (Galdandi 24.08.00)

Artikel 20

Studerende og praktikanter. En person, som opholder sig i en kontraherende stat udelukkende med henblik på:

a) studier ved en læreanstalt i denne kontraherende stat, hvis studierne er af en sådan karakter, at offentlig studiestøtte kan opnås i denne stat, eller

b)forretnings-, fiskeri-, industri-, landbrugs- eller skovbrugspraktik i denne stat, og som er eller umiddelbart før opholdet var hjemmehørende i den anden kontraherende stat, beskattes ikke i den førstnævnte stat af beløb, som han oppebærer fra kilder uden for denne stat til sit sit underhold, sit studium eller sin praktik.

Protokol til artikel 20 (tað er serliga pkt. 3 ið hevur týdning).

IX. Til artikel 20

1. En person, som opholder sig i en anden kontraherende stat end på Færøerne, og en person, som opholder sig i en anden kontraherende stat end i Island, udelukkende med henblik på

a)studier ved en læreanstalt i denne anden stat, hvis studierne er af en sådan art, at der kan opnås studiestøtte af offentlige midler i denne stat, eller
b) forretnings-, fiskeri-, industri-, landbrugs- eller skovbrugspraktik i denne anden stat.

og som er eller umiddelbart før opholdet var hjemmehørende på Færøerne eller i Island, beskattes for så vidt angår indkomst ved beskæftigelse i den førstnævnte kontraherende stat kun af den del af indkomsten, som overstiger 20.000 svenske kroner pr. kalenderår eller tilsvarende værdi i dansk, finsk, islandsk eller norsk møntfod. Det nævnte beløb omfatter uddannelsesophold i Finland, Norge eller Sverige det for det pågældende kalenderår gældende personfradrag.

2. Skattefrihed i henhold til stykke 1 indrømmes kun for en periode, som med rimelighed eller efter sædvane medgår til studierne eller praktiktjenesten, dog højst for seks på hinanden følgende kalenderår.

3.  Uanset bestemmelserne i stykke 1 og 2 ovenfor skal i forholdet mellem Danmark og Færøerne gælde følgende.

Studerende, lærlinge og lignende, der er, eller som – umiddelbar før opholdet i en del af riget – var bosat i den anden del af riget, og som midlertidigt opholder sig i den førstnævnte del af riget udelukkende i studie- eller uddannelsesøjemed, beskattes ikke i denne del af riget af beløb, som de modtager fra den anden del af riget eller fra udlandet til underhold, studier eller uddannelse.

De beskattes ej heller af beløb, der udbetales som vederlag for tjenesteydelser forudsat, at disse tjenesteydelser er nødvendige for deres ophold.

Studerende, lærlinge og lignende, der umiddelbart før opholdet i Danmark var hjemmehørende på Færøerne, beskattes ikke på Færøerne af vederlag for arbejde, som udføres i Danmark.

Som studerende anses ikke personer der efter en afsluttet uddannelse påbegynder en specialuddannelse eller en uddannelse inden for et andet område.

Et ophold anses for midlertidigt, hvis det ikke overstiger den normerede studietid med et tillæg  af 2 år.

Et ophold anses ikke for at være ”udelukkende i studie- eller uddannelsesøjemed”, såfremt opholdet før studiets på begyndelse overstiger 6 måneder.

Til denne 6-måneders periode skal ikke medregnes den tid, dog maksimalt 1 år, der anvendes i forbindelse med et forberedende kursus, der kræves af uddannelsesinstitutionen som en forudsætning for at kunne påbegynde studiet.

I tilfælde, hvor ægtefæller begge søger optagelse på en uddannelsesinstitution og kun den ene optages, suspenderes 6-måneders regelen for den anden ægtefælles vedkommende, dog højst for en periode på i alt 2 år.

Leinkja til sáttmála (DK)

Leinkja til sáttmála (FO)